Vikuætlan 2. flokkur

Vikuætlan

Vika 18 - 2024

Mánadagur
29. apríl
FØ:
Onki fyri
Týsdagur
30. apríl
FØ:
Lesið s. 166 í Finku tríggjar ferðir. Um hetta er ov nógv fyri onkran, so ber til at lesa helvtina 3 ferðir. 
Mikudagur
1. mai
Svimjing
Havið svimjiklæðir og handklæði við. Egnar svimjibrillur. Tað er ikki neyðugt at hava hársjampo, balsam o.l. við.
FØ:
Øll hava fingið eitt hefti við fyrisagnum. Lesið tí fyrstu fyrisøgnina og skriva hana av á reglurnar niðanfyri. Vit skriva eisini fyrisøgnina í skúlanum. Tá lesi eg, og tit skriva
Hósdagur
2. mai
FØ:
Lesið s. 168 í Finku tríggjar ferðir
Fríggjadagur
3. mai
FØ:
Lesið s. 169 í Finku tríggjar ferðir

Gekkakvøld

Vit høvdu eitt so hugnaligt og stuttligt kvøld - so sera røsk børn. Tey kláraðu uttan himpr at krossa tøl av. Takk fyri góðar muffins - teir fingu bein at ganga á.

Krabbabók

Tey hava fingið krabbabók í bókalumman. Hetta eru lættir krabbar, og tað er við vilja, tí tey skulu gera uppgávur í skúlanum um krabbabókina, tá ið tey hava lisið hana 2 ferðir. At arbeiða við uppgávum, sum hoyra til krabbabókina, gera vit hvønn mikudag. Summi hava nokk lisið krabbabókina áður, men tað ger einki, tí tey fáa eina kenslu av, at tey duga, og tað er ordiliga gott. Tey fáa nýggja krabbabók hvønn mikudag, og tey skulu so lesa krabbabókina 2 ferðir til næsta mikudag.

  1. Flokslærarar

Andrea 252311

Guðni 583070

Vit hava deilt flokkin í tvey, so tá ið tit skulu geva boð um t.d. sjúku, skulu tit senda boð antin til Andreu ella Guðni. 

Andrea:

Marna Helena, Rannvá, Daniella, Bára, Emma, Jónas E, Høgni, Pætur, Karl Villiam, Jósef og Páll

Guðni:

Kaylie, Kristina, Stefania, Vár, Siri, Anfinn, Elias, Viljam, Jógvan og Jónas J

Eingir lutir

Føðingardagslisti hjá 2. flokki

Eingir lutir