Nýtt í Toftaskúla
Yvirlit yvir skrivligu próvtøkurnar
Lagt út: Jóna Hansen   
Hósdag, 10 Mai 2012 17:53
RoyndSkrivligu próvtøkurnar hjá 9. og 10. flokki byrja mánadagin 14. mai og halda áfram til týsdagin 22. mai, tó er seinasta skrivliga próvtøkan hjá 10. flokki fríggjadagin 18. mai. Trýst her fyri at finna eitt yvirlit yvir próvtøkurnar
 
Vinnarar á matlutaseðlunum hjá 8. flokki
Lagt út: Jóna Hansen   
Sunudag, 06 Mai 2012 16:30

Týskvøldið 1. mai vóru vinnaratølini á matlutaseðlunum hjá 8. flokki drignir í miðstovuni í Tofta skúla. Vinnaratølini vóru hesi:

 
Barnakonsert í Løkshøll
Lagt út: Jóna Hansen   
Mikudag, 25 Apríl 2012 08:58

Mynd_til_NLH_2012_2Barnakórkonsert verður í Løkshøll leygardagin 28. apríl kl. 16.00.

Nakrir næmingar úr 4. og 5. flokki í Tofta skúla fara saman við 200 børnum úr skúlum í Eysturoynni og Suðurstreymoy at framføra saman sangir við løgum eftir Jensinu Olsen. Millum sangirnar er nýgjørda verkið "Kavaflykran", sum er fyri barnakór, solistar og lítið kamarorkestur mannað við fólki úr Tórshavnar Musikkskúla.

Føroya Sanglærarafelag hevur tikið stig til konsertina í sambandi við, at 50 ár eru liðin síðan felagið fór at virka.

Atgongumerkini fáast við dyrnar og kosta 70 kr.

 
Fundur fyri næmingar og foreldur í komandi 10. flokkunum
Lagt út: Jóna Hansen   
Mikudag, 18 Apríl 2012 13:55

PICT2911Týskvøldið 24. apríl kl. 19.00 bjóða leiðslurnar í Tofta- og Runavíkar skúla til kunningarfund um tilboðini til næmingarnar í 10. flokki komandi skúlaár. Kunningarfundurin verður í Løkshøll.

 
<< Start < Aftur 1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 Næst > Síðst >>

Síðu 1 av 10

Kalendari

<<  Mai 2012  >>
 Má  Tý  Mi  Hó  Fr  Le  Su 
   1  2  3  4  5  6
  7  8  910111213
14151617181920
21222425
293031   

Hvør Vitjar

Vit hava 2 vitjandi online