Her eru nøkur hugskot til tiltøk og spøl, sum foreldraumboð kunnu skipa fyri til felags tiltøk. Hetta kunnu vera tiltøk saman við næmingum og/ella saman við næmingum og foreldrum og evt. eisini systkjum.

Tiltøkini verða nevnd í tilvildarligari raðfylgju. Onkrir av aktivitetunum hóska seg best til smærri børn, iðmeðan aðrir eru serliga til tey eldru. Alt, sum verður nevnt her er roynt í verki og av tí, at tað riggaði væl, so er tað við her.

  • Seiðaberg/fiska og evt. grilla
  • Túr út í hagan, evt. hava mat við ella t.d. sneisabreyð
  • Gera jólapynt, jólabomm og baka
  • Skoyta
  • Loypa á sjógv og grilla evt. hitapott
  • Disco
  • Biograf og eta pizza
  • Fara til sjónleik
  • Hjóldag
  • Fara á onkran sand
  • Kondibingo/postarenning
  • Vitja t.d. Garðahúsið í Søldarfirði
  • Rógva 
  • Hugni í skúlagarðinum v/spølum, kakao, bollar
  • Vitja Hanusarstovu í Æðuvík
  • Vitja undirsjóvartunnilin (tá ið hann var í gerð)
  • Vælverudepilin í svimjihøllini í Klaksvík
  • Fara til sjónleik
  • Koyra Go-cart
  • Gongutúr úr Saksun til Tjørnuvíkar og evt. svimja á sandinum
  • Gongutúr úr Lamba til Rituvíkar
  • Gongutúr úr Rituvík til Runavíkar
  • Vitja okkurt gott spælipláss og hava matpakka við
  • biokvøld v/pizza í skúlanum 
  • Sleða og eta bollar v/kakao
  • Rógva gummibát
  • Telttúr
  • Felags nátturða og jólaklipp
  • Colour run. Hetta er ein bleytari útgáva av paintball v/ballónum.
  • Sova á skúlanum
  • Paintball og eta pizza
  • Spæla spøl á Svangaskarði